Globala upphitingin

Global upphitingin er tað, ið man nevnir ta observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum. í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °C. Sambært eitt nú klimapanelinum hjá ST, IPCC, kemur upphitingin mest sannlíkt av, at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass. Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar, so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot, hava ávirkað til eitt sindur kaldari síðan ár 1950. Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga eina upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar hittst, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú hittust teir og samdust um Kyotosáttmálan í 1997 og hittust á veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009.


© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search